Vil fegin tosa um 17 ára gomul kunnu fáa koyrikort í Føroyum

Men serfrøðingar mæla staðiliga frá, tí so fara vit at fáa fleiri ferðsluvanlukkur við blaðungum fólkum

Áki Bertholdsen
10. oktober 2024 kl. 14:40

Eg taki væl ímóti, at vit fáa eitt orðaskifti um aldurin fyri at kunna fáa koyrikort skal lækkast niður í 17 ár. Tað sigur Dennis Holm, landsstýrismaður í samferðslumálum.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, løgtingskvinna fyri Fólkaflokkin, hevur spurt hann hvat hann heldur um, at lækka aldursmarkið fyri at fáa koyrikort niður í 17 ár.

Men skulu 17 ára gomul sleppa at taka koyrikort, skal tað vera undir ávísum treytum. Ein treyt kann vera, at tey skulu hava ein royndan bilførara við sær í bilinum.

Men hann leggur dent á, at í hesum sambandi mugu vit kanna eftir, hvussu hesar skipanir hava roynst í øðrum londum og, ikki minst, hvørja ávirkan tað hevur havt á ferðslutrygdina, at aldurin er lækkaður.

Men hann heldur, at fyrst og fremst skal støðið takast í okkara egna samfelag og tað má vera í samráð við serfrøðingar á økinum, Ráðið Fyri Ferðslutrygd og Akstovuna, og tað er fyri, at ferðslutrygdin verður verandi í hásæti.

Og bæði Ráðið Fyri Ferðslutrygd og Akstovan mæla staðiliga frá at lækka aldursmarkið.

Ráðið Fyri Ferðslutrygd vísir á, at ungfólk eru yvirumboðað í hagtølunum í sambandi við ferðsluvanlukkur. Verður aldurin lækkaður niður í 17 ár, fer talið á ferðsluóhappum helst at vaksa.

Ráðið Fyri Ferðslutrygd sigur, at tað eru fleiri orsøkir til, at tað eru tey heilt ungu, sum ofta eru við í ferðsluvanlukkum. Høvuðsorsøkin er manglandi royndir hjá bilføraranum í ferðsluni. Kroppur og heili mennist og búnast nógv í tannárunum, og tí kann tað vera stórur munur á einum hálvum ella heilum ári í menning og búning frá 17 til 18 ár.

– Tí snýr tað seg ikki bara um at duga at koyra bil, tí tað snýr seg eisini um at vera nóg búgvin til at koura bil, og at duga at meta um avleiðingarnar av egnum atburði og samanspælið við onnur ferðandi.

– Niðurstøðan hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd er greið. Tey mæla staðiliga frá at lækka aldurin fyri at fáa koyrikort til persónbil, sigur Dennis Holm.

Sum heild hevur Akstovan somu áskoðan sum Ráðið fyri Ferðslutrygd um ikki at lækka aldurin fyri at fáa koyrikort. Men bæði Ráðið Fyri Ferðslutrygd, og Akstovan siga, at verður aldurin lækkaður, eiga ávísar treytir at fylgja við, eitt nú, at 17 ára gamlir bilførarar skulu hava royndan bilførara við.

– Verða ongar treytir við, fer hetta uttan iva at síggjast aftur í hagtølunum við tað, at fleiri fara at doyggja, ella verða illa løstaði í ferðsluni - og tað er beint ímóti endamálinum í ferðslulógini um, at ongin skal doyggja ella fáa álvarsamt mein av ferðsluvanlukku.

Veruleikin er, at av teimum 40, sum doyðu í ferðsluni frá 1997 til 2006, vóru 21 ung í aldursbólkinum 13 til 24 ár, ella gott helmingurin - og tað er hóast hesi aldursbólkurin einans umboðar ein fimtapart av fólkatalinum.

Vanlukkurnar henda fyrst og fremst, tí at koyrt verður ov skjótt, at bilførarar eru ávirkaðir, og at teir eru so óroyndir.

Serliga eru tað ungu menninir, sum halda seg duga alt um tað at koyra bil, eisini bara fáar mánaðir eftir, at teir tóku koyrikortið. Tað merkir, at teir taka kjansir og koyra við váða, tí teir sjálvir halda, at teir stýra støðuni.

– Batar eru tó hendir og færri doyggja í ferðsluni, og í árunum frá 2009 til 2018, doyðu 24 fólk í føroysku ferðsluni.

Hetta er ein minking upp á 40 prosent og tað er eitt sera stórt framstig. Sjey av teimum, ella 29 prosent, vóru ung fólk millum 18 og 24 ár og sostatt eru tey ungu framvegis yvirumboðað í ferðsluvanlukkum.