VIKUYRKINGIN "Minnisvarði"
Yrkingin “Minnisvarði” er úr savninum Kvørkringar (2002) eftir Oddfríð Marna Rasmussen. Heitið sipar ikki bara til eina, men fimm yrkingar í einari røð, og hetta er tann fyrsta. Í yrkingini verða dreymakendar lýsingar av kroppi og pørtum av kroppi blandaðar við náttúrulýsingar. Ein maður liggur í taranum, ein mannleysur bátur rekur, ein ulka er á nalvanum, lofthavið hevur hálsbruna. Yrkingin er ein minnisvarði, og kroppurin og náttúrufyribrigdini í yrkingini eru tað eisini. Í yrkingini verður sipað til orð, sum kunnu vera minnisvarðar, siga søgur, men tey fáa ikki rættiliga gildi, tí einstøku lutirnir í yrkingini fáast ikki at hanga saman á vanligan hátt. Eitt lív er blivið til ein lut, eitt menniskja til ein kropp í taranum, og tað er sum greiðir yrkingin frá einari mynd, einum stilleben (eini kyrrlutamynd), í einum dreymi, sum eitt “eg” at enda gongur úr. Fotomyndin er av málningi hjá Anker Mortensen.
Minnisvarði
Ein ljósareyður maður
Í taranum.
Lofthavið er hálsbruni.
Takskeggið er rakað.
Undir eini sólstrálu.
Eitt kvinnubróst.
Brotið oman fyri, hálaði forhúðina
Aftur móti einum gággukrabba.
Á nalvanum,
Ein forfard ulka.
Ongin fann ikki
Uppá
Søguna, sum skuldi sigast
Um rósuna og dvørgin.
Onkur fann
Rotið, sum var
Ein mannleysur bátur, ið rak
Í ein beinan vestan úr skammbeininum.
Fuglarnir gera bestu nyttuna,
Tá ið teir seta seg
Beinleiðis á sárið.
Ongar stjørnur eru har,
Sum ongar stjørnur
Eiga at vera,
Upplýsti dreymurin mær
Á veg niðan
Úr fjøruni,
Tá ið ein gøtulykt tendraði,
Og allir fuglarnir
Funnu ljósið.