Ein mamma er altíð mamma at onkrum. Sum so ofta hjá Tóroddi er tað eins og orðini upploysa hvørt annað í paradoksum, “mamma ongan”, og lata okkurt nýtt koma fram. Mamman í yrkingini anir millum tað, sum er, og tað, sum ikki er, men sum kanska kann koma og vera ein ætlan ella ein dreymur, sum longu er mistur. Orðini í yrkingini kundu verið tikin úr gerandisligum samrøðum, t.d. “heilan fyrrapart” og “eitt sindur meira deyð”. Yrkingin er full av negatiónum og ómøguligum treytum. Orðingar sum “mamma ongan” tykjast barnsligar og stuttligar inntil tað ikki er stuttligt meir og tómleikin og longsulin tekur yvir. Tað er eitt sindur sum í yrkingini Græs (1922) eftir Tom Kristensen “naar mine Drømme om Storhed er omme / da vil jeg komme, da vil jeg komme / da er jeg lille og lykkelig nok”. Men við tí greiða muninum, at mamman hjá ongum ongantíð verður til reiðar. Fotomyndin er av einum ælaboga ein illfýsnan dag.
Mamma ongan
mamma ongan
gongur
við myndini
av manni sínum
í hondini
hon skal
ikki til
gravar fyrr
enn hon
er eitt lítið
sindur meira
deyð
grasið skal
vera síðari
og sólin
skal hava
skinið ein
heilan fyrrapart
og børnini
hon ongantíð fekk
skulu vera flutt
heimanífrá