Ein av mongu ungu evnaríku spælarunum, sum er uppvaksin í góðu fótbóltsmentanini í Sarpugerði, og sum hevur bíðað eftir møguleikanum at sleppa framat í bestu deildini, fer nú aðrastaðni at royna seg.
Talan er um Rana Hansen, sum tveir minuttir undan leikloki í einum dysti varð skiftur inn á besta liðið hjá Víkingi. Tað var 8. mai, tá ið Víkingur í Sarpugerði vann 3-0 ímóti NSÍ. Hetta var fyrsta og higartil einasta ferðin, at Rani hevur roynt seg í bestu deildini.
Nú hevur Rani skrivað undir sáttmála við EB/Streym, sum ber við sær, at hann í 2023 fer at eiga heimavøll í Hólmanum á Eiði. Nú verður tað upp til Sigfríð S. Clementsen venjara at gera av, hvønn leiklut nýggi álopsspælarin skal eiga á besta liðnum, har Gutti Dahl-Olsen í fjør var fyrsta valið og toppskjútti við sjey málum.
22 ára gamli Rani Hansen hevur higartil bara umboðað barndómsfeagið Víking. Har hevur hann í yngru deildunum verið álopsspælari og málskjútti. Seinastu árini hevur hann verið í álopinum hjá Víkingaliðnum í næstbestu deildini, og har hevur hann aftur og aftur verið málskjútti.
Higartil hevur hann sambært faroesoccer.com spælt 82 dystir í næstbestu deildini og skorað 32 mál.
Í 2019 spældi hann 12 dystir og skoraði 3 mál.
Í 2020, tá ið Víkingur vann 1. deild, var Rani Hansen 22 ferðir á liðnum og skoraði 6 mál.
Í 2021 var Rani Hansen á næstbesta liðnum hjá Víkingi í øllum 27 dystunum, og tá skoraði hann 11 mál.
Í 2022, tá ið Víkingur endaði næstovast í 1. deild, var Rani Hansen 21 ferðir á næstbesta liðnum, og tá skoraði hann 12 mál.