Víkingur skal á vitjan hjá steypavinnaranum

Áhugaverdi steypadysturin hjá monnum verður í Gundadali, nú fjórðingsfinalurnar vórðu trektar í 3-2 í kvøld

Sigurjón Einarsson
26. apríl 2022 kl. 22:49

Lutakast hevur verið í 3-2 í kvøld, hvussu spælast skal í fjórðingsfinalunum hjá monnum, har Víkingur skal á útivølli spæla móti B36. Eisini var lutakast í steypakappingini hjá kvinnum

Víkingur skal ein túr í Gundadal at spæla móti núverandi steypavinnara, B36, meðan HB skal ein túr út á Argir.

Eisini møtast oddaliðini í ávikavist Betri Deildini og 1. deild, tá KÍ og ÍF bresta saman í Klaksvík meðan menninir hjá Michael Schjønberg skulu á vitjan hjá aldursforsetanum í føroyskum fótbólti, TB.

Steypakappingin hjá kvinnum eisini í gongd
Sunnudagin 15. mai verður fyrsta umfar í steypakappingini hjá kvinnum, og tríggjar vikur seinni eru fjórðingsfinalurnar á skránni.

Steypavinnarin hjá kvinnum, NSÍ, byrjar í fyrsta umfari, har runavíkskvinnur taka ímóti ÍF. Í hinum dystinum í fyrsta umfari hittast AB og EB/S/Skála.

Fjórðingsfinalurnar hjá monnum, sum verða leiktar 18. mai, síggja soleiðis út:
HB-AB
B36-Víkingur
KÍ-ÍF
TB-07 Vestur

Fyrsta umfar hjá kvinnum, ið verður spælt 15. mai, sær soleiðis út:
NSÍ-ÍF
AB-EB/S/Skála

Fjórðingsfinalurnar hjá kvinnum, sum verða leiktar ávikavist 5. og 6. juni, síggja soleiðis út:
Víkingur-NSÍ ella ÍF
KÍ-TB/FCS/Royn
B36-AB ella EBS/Skála
HB-07 Vestur

Kvinnurnar spæla finalu leygardagin 1. oktober, meðan finalan hjá monnum verður leygardagin 29. oktober.