Víkingur og HB rógva borð um borð

Tað er trýst á klaksvíkingum, sum undan ferðini til Margáir í morgin eru níggju stig frá oddaliðunum

Jóannes Hansen
15. juni 2024 kl. 23:44

Tað gekk, sum tað var roknað við, tá ið FM favorittarnir í Víkingi og HB í kvøld vóru á útivølli.

Víkingur vann 4-0 á Skála, og HB vann 4-1 í Sørvági.

Mikukvøldið hittast stóru FM favorittarnir. Tað verður í seinnu hálvfinaluni í kappingini um løgmanssteypið. Fyrra hálvfinalan varð spæld í Gundadali, og tá vann HB 1-0.

Í Sørvági var Áki D. Samuelsen heilt stóri maðurin hjá HB. Hann skoraði reint hattrikk í fyrra hálvleiki. Tað vil siga, at hann skoraði trý mál í einum hálvleiki uttan at mótstøðuliðið skoraði. Tað fyrsta málið var við stútara, tað næsta við brotssparki og tað triðja úr stuttari fjarstøðu. Hanus Sørensen átti uppleggið til tvey av málunum hjá Áka D. Samuelsen, og hann átti eisini uppleggið, tá ið Jakob Johansson tíðliga í seinna hálvleiki staðfesti 4-1 HB sigurin.

Eftir at Áki D. Samuelsen hevði økt um leiðsluna til 3-0, minkaði miðverjin Hans Erik Gunnarsson um munin til 3-1. Tað var við stútara og eftir horna úr høgru. Hetta var fyrsta málið hjá 25 ára gamla svenska verjuspælaranum, síðani hann fór at spæla við 07 Vestur.

Á Skála var als eingin ivi. Víkingur var greitt omaná, og eftir fyrra hálvleik var støðan 3-0.

Í fyrstu atløgu segði dómaraseðilin, at fyrsta málið var sjálvmál, men nú er Bergur Gregersen skrásettur at vera málskjútti í sjeynda minutti. Eitt korter var farið, tá ið Jørgen Nielsen økti um munin til 2-0. Hetta var fyrsta málið hjá honum, síðani hann flutti til Víking at spæla.

Tríggjar minuttir undan steðginum økti Arnbjørn Svensson um munin til 3-0, og tríggjar minuttir eftir steðgin var tað Poul Kallsberg, sum staðfesti 4-0 sigurin.

Í Gundadali hevði B36 vitjan av B68. Fyrsti dyturin hjá Magne Hoseth við B36 róðrið var vónbrot, tí úrslitið var 1-1. Hannes Agnarsson stútaði B36 á odda 1-0, og Brian Jakobsen javnaði til 1-1 við stútara.

Í morgin verðuroyggjauppgerð í Fuglafirði, har NSÍ verður gestur, og KÍ fer at spæla við Margáir. Klaksvíkingar eru sera illa skaðadarvaðir. Um teir skulu varðveita møguleikan at endurvinna FM heitið, so verður neyðugt at vinna fulla úrtøku, tí tað eru níggju stig fram til Víking og HB.

 

Skála – Víkingur 0-4 (0-3)

0-1: Bergur Gregersen 7.

0-2: Jørgen Nielsen 15.

0-3: Arnbjørn Svensson 42.

0-4: Poul Kallsberg 48.

 

07 Vestur – HB 1-4 (1-3)

0-1: Áki D. Samuelsen 16.

0-2: Áki D. Samuelsen br 33.

0-3: Áki D. Samuelaen 42.

1-3: Hans Erik Gunnarsson 45.

1-4: Jakob Johansson 48.

 

B36 – B68 1-1 (0-0)

1-0: Hannes Agnarsson 57.

1-1: Brian Jakobsen 60.

Víkingur

13

12

0

1

38

7

36

HB

13

12

0

1

30

10

36

12

9

0

3

24

9

27

NSÍ

12

6

1

5

24

19

19

B36

13

4

5

4

24

22

17

07 Vestur

13

4

3

6

19

30

15

Skála

13

4

1

8

16

27

13

EB/Streymur

12

2

1

9

13

21

7

B68

13

1

4

8

9

24

7

ÍF

12

0

3

9

11

39

3

Sunnudagin

ÍF – NSÍ: Eiler Rasmussen kl. 16.00

EB/Streymur – KÍ: Rúni Gaardbo kl. 15.00