Víkingur og EB/Streymur spæla í annaðkvøld klokkan 19

Kappingarnevndin hjá Fótbóltssambandi Føroya hevur avgjørt, at dysturin millum Víking og EB/Streym verður spældur í annaðkvøld, leygarkvøldið klokkan 19

Dysturin í Sarpugerði í Norðragøtu millum Víking og EB/Streym í Betri Deildini hjá monnum verður spældur leygarkvøldið klokkan 19. (Mynd: Hans Erik Danielsen)
Sigurjón Einarsson
11. mars 2022 kl. 20:44

Eftir ætlan skuldu Víkingur og EB/Streymur seta hol á annað umfar í Betri Deildini hjá monnum fríggjakvøldið klokkan 18.

Men nógvi vindurin í Sarpugerði i Norðragøtu hevði við sær, at dómarin, Dagfinn Forná, ongantíð setti dystin í gongd.

Nú hevur kappingarnevndin hjá Fótbóltssambandi Føroya tikið avgerð um, at dysturin verður spældur í annaðkvøld, leygarkvøldið klokkan 19.

Kelda: Hans Erik Danielsen/fsf.fo