Víkingur hevur takið á fuglfirðingum

Tað eru 10 ár síðani, at ÍF vann á heimavølli ímóti Víkingi

Jóannes Hansen
27. august 2023 kl. 11:25

Tað verður grannauppgerð í Fløtugerði í Fuglafirði seinnapartin. Víkingur vitjar ÍF, og bæði støðutalvan og søguligu hagtølini siga, at Víkingur er stórfavorittur. Víkingur er á fjórða plássi við 36 stigum, og ÍF er næstaftast við 12 stigum. Fyrr í ár hava grannarnir dystast tvær ferðir. Í fyrra dystinum var tað í Fuglafirði. Tá vann Víkingur 1-0, og tá var tað, at Géza Dávid Turi í 89. minutti skoraði sigursmálið. Hetta var fyrsta málið yvirhøvur hjá honum í bestu deildini. Fyrsta mál í bestu deildini.

Stutt undan summarsteðginum vann Víkingur 5-0 á heimavølli ímóti ÍF.

Síðsta ferðin, at fuglfirðingar á heimavølli hava vunnið ímóti Víkingi var 21. juni í 2013, tá ið úrslitið var 2-1. Síðsti ÍF sigurin ímóti Víkingi var 17. juni í 2020, tá ið fuglfirðingar fóru úr Sarpugerði við 2-1 sigri. Síðst ÍF vann stig á heimavølli ímóti Víkingi var 14. mai í 2017, tá ið úrslitið var 1-1. Tað árið varð Víkingur meistari, meðan ÍF endaði aftast.

Stóri spurningurin í Fuglafirði er, hvør ÍF útgávan verður í dag. Tá ið HB var í Fuglafirði og vann 7-2, var útgávan ikki góð. Síðsta vikuskifti var ÍF í fínari útgávu í Gundadali. Úrslitið var, at HB vann 3-1, eftir at tað var javnt, inntil tað restaði ein lítil løta.

Hjá ÍF eru Jan Ó. Ellingsgaard og Ruben Møller Nielsen tøkir aftur eftir leikbann. Pól Jákup Lundsbjerg er framvegis skaddur.

Hjá Víkingi hevur tað gingið heilt væl seinastu ferðirnar. Víkingur hevur síðani summarsteðgin vunnið ímóti TB, KÍ og aftur TB. Sigurin síðsta sunnudag ímóti TB var tepur 1-0 sigur. Víkingur hevur verið nógv skaðadarvað. Fleiri hava leingi spælt hálvskaddir, eitt nú Jákup Johansen, Arnbjørn Svensson og Martin Klein Joensen. Géza Dávid Turi er tøkur aftur eftir leikbann, og so er Andreas Lava Olsen tøkur aftur, eftir at hann hevur verið skaddur síðani 16. apríl. Í gjár var hann á vøllinum í ein tíma, tá ið næstbesta liðið tapti 2-1 í Gundadali ímóti HB.