Gøtumaðurin Svenn Ó. Olsen verður nú høvuðsvenjari hjá kvinnunum í Víkingi. Hann hevur A-venjaraprógv og nógvar royndir sum venjari. Bæði í Víkingi og øðrum feløgum og sum høvuðsvenjari, hjálparvenjari og høvuðsungdómsvenjari. Hann hevur eisini verið venjari hjá WU15 landsliðnum, og hann er í løtuni hjálparvenjari hjá kvinnulandsliðnum.
Saman við 52 ára gamla gøtumanninum verður Hans Andrias Olsen, sum hevur verið í felagnum og tætt at kvinnuliðnum tvey tey seinastu árini. Hann er í holtur við at taka A-venjaraprógv, og hann verður hjálparvenjari og eisini málmansvenjari.
Í Víkingi siga tey seg hava fingið væl skikkaðar venjarar, og at tað verður arbeitt við at víðka toymið.
Í ár endaði Víkingur á fimta plássi í kvinnukappingini.