Bæði liðni høvdu málmøguleikar, meðan Víkingur hevði teir størru. Fleiri ferðir høvdu teir møguleika at leggja seg á odda, men tóku ikki av í avgerðandi støðunum. Ikki fyrr enn í seinastu løtu eydnaðist tað fyri Víking, tá Oddmar Færø var óheppin at fáa bóltin á hondina, og teir ljósabláu fingu brotsspark.
Neyvleikin manglaði
Hvørki KÍ ella Víkingur megnaðu at fáa bóltin í netið fyrr enn heilt til endans. Tað var ikki tí at møguleikarnir manglaðu. Millum annað Sølvi Vatnhamar hjá Víkingi hevði ein stóran møguleika beint eftir steðgin, og tá 10 minuttir restaðu í hevði Gunnar Vatnhamar ein líka stóran møguleika.
Teir umleið 4100 áskoðararnir á Tórsvølli, hildu á at leggja trýst á, og rópa á síni lið, meðan spælið var merkt av styrki. Dómarin loyvdi reinum hørðum spæli, og tað gjørdi at dysturin var merktur av støðum har leikarar veruliga brúktu sína kroppsligu stryki.
Stinnar verjur
Hóast málmøguleikarnir vóru nakrir, vóru tað tvær stinnar verjur. Tað var undan dystinum greitt, at Víkingur ikki kundi spæla við verjugeneralinum Atla Gregersen, sum sat á áskoðaraplássunum orsakað av leikbanni. Serliga Gunnar Vatnhamar, í verjuni hjá Víkingini, bleiv róstur av viðmerkjarunum hjá KVF.
Hond gjørdist avgerðandi
Tá fimm minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini fekk Víkingur brotsspark. Eftir innlegg úr høgru fór bólturin á hondina hjá Oddmari Færø hjá KÍ, og dómarin lat ongan iva vera um at tað var brotsspark.
Sølvi Vatnhamar setti brotssparkið trygt í netið, og so skuldi KÍ leypa á fyri at javna. Seinastu løtuna stóðu klaksvíkingar fyri tí allar mesta, meðan teir ljósabláu úr Gøtu vardu.
Djúpt inni í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat, fingu klaksvíkingar ein stóran møguleika, men Bárður á Reynatrøð fekk kasta seg niður og bjargaði. KÍ megnaði ikki at skora, og sostatt gjørdist Víkingur steypavinnari 2022.
Jákup B. Andreassen hjá KÍ bleiv valdur til besta spælara í dystinum.