Tað var ikki lukkuligt, sum víkingarnir gjørdu um seg, tá ið teir seinnapartin vóru á ovara vølli í Gundadali. Mótstøðuliðið var teir næstbestu hjá HB, og gestirnir fóru norður aftur við 4-0 sigri í viðførinum. Hálvleiksstøðan var 2-0.
Málini í fyrra hálvleiki skoraði Víkingur fyrstu níggju minuttirnar. Fyrsta málið í ár skoraði Tonni J. Thomsen longu í 2. minutti. Hann er aftur í Sarpugerði, eftir at hann fýra tey undanfarnu árini hevur spælt við B68. Uppleggið til fyrsta málið átti Poul Kallsberg, sum er nýggjur í Víkingi. Higartil hevur hann bara umboðað barndómsfelagið á Skála.
Signar á Brúnni økti um munin til 2-0 í 9. minutti. Tá var tað 18 ára gamli Jákup Andrias Thomsen, sum átti uppleggið. Í fjør var hann tann spælarin, sum oftast var á næstbesta liðnum hjá Víkingi. Hann var við í 26 dystum.
Liðformaðurin Óla Kristian Skála Jacobsen økti til 3-0, tá ið tað restaðu 12 minuttir, og so var tað innskifti Runar Skylv Hansen, sum í tíðini dómarin legði aftrat staðfesti 4-0 sigurin.
Bjarti Vitalis Mørk vardi HB málið, og Ári Arge, sum í fjør var í 07 Vestur, var ein av teimum úti á vøllinum.