VÍF tók annað stikkið, og tað luktar av gulli í Vestmanna

VÍF vann 28-26 móti H71

Dan Lamhauge
17. apríl 2021 kl. 17:37

Ein stúgvandi full ítróttahøll í Vestmanna var karmur um triðju finaluna hjá monnunum. Hetta eru karmar, sum stóru leikararnir í Barcelona, Flensburg og PSG bara kunnu droyma um. Lív, ljóð og litir til ein hondbóltsdyst.

Hetta var triði dysturin í finaluspælinum. Fyrsta dystin í Vestmanna vann VÍF. Annar dysturin varð leiktur í Hoyvík, og tá var púra javnt. At enda máttu liðini út í brotskastkapping, sum heimaliðið vann.

Tað var ikki bara millum áskoðararnar, at tað kókaði í dag. Úti á vøllinum var ein framúrskarandi dystur leiktur. VÍF byrjaði betur og vóru á odda við tveimum miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Síðani komu hoyvíkingar upp á javnt og løgdu seg eisini á odda. Tá komið varð til hálvleiks var støðan 15-17 til H71, sum eisini var í tráð við leikgongdina.

Í fyrra partinum av seinna hálvleiki tók VÍF yvir, og vestmenningar løgdu seg á odda við tveimum málum. Tann støðan helt sær líka til endans, tá Filip Jojic staðfesti sigurin við málinum til 28-26 í einum sera undirhaldandi dysti.

Millum størstu nøvnini í føroysku kappingini teljast Peter Krog hjá H71 og Filip Jojic hjá VÍF. Í dag var Krog sannførandi og gjørdi við sínum 6 málum sítt til. Hinvegin koyrdi tað ikki so væl hjá Jojic, sum tað annars hevur gjørt í ár. Stóri maðurin hjá VÍF í dag var ungi Heini á Heygum, sum annars ikki hevur spælt so nógv í hinum báðum finalunum. Hann skoraði 7 mál fyri VÍF, og mundi vera dagsins leikari.

Fjórða finalan verður leikt í Hoyvík mikukvøldið klokkan 20. Vinna vestmenningar tann dystin, kunnu teir kalla seg føroyameistarar. Tí er trýst á í Hoyvík. Jú, føroyskur hondbóltur hevur nógv at bjóða.