Í gjárkvøldið vann italska SSV Brixen 37 – 35, tá ið VÍF fyri fyrstu ferð í 25 ár spældi á heimavølli í europeiskari kapping.
Í gjárkvøldið var dysturin í Vestmanna, men teknsikt var tað italska liðið, sum átti heimavøll.
Klokkan 17 í dag verður seinni dysturin, og samantaldi vinnarin fer at halda fram í kappingini.
Í gjár var VÍF frammanfyri 18 – 17 eftir fyrra hálvleik, men fram ímóti dystarenda sá tað eina løtu ikki so gott út, tí tá var mótstøðuliðið frammanfyri við fimm málum.
Hóast Filip Jojic ikki var á vøllinum síðstu løtuna, so fótaði VÍF sær so mikið, at tað endaði við tvey mála tapið. Tvey mál í hondbólti er sjálvsagt ikki ómøguligt at vinna aftur.
Filip Jojic skoraði 17 mál í gjárkvøldið ella knappliga helmingin av VÍF málunum. Tí hevur tað avgerandi týdning, at hann verður við í kvøld, og tað verður hann. At hann sat uttanfyri síðstu løtuna í gjárkvøldið komst av, at ein vøddi argaði, men tað hevur ikki týdning fyri dystin í kvøld.
Stóri spurningurin nú er, hvussu tað fer at síggjast á avrikunum í kvøld, at liðini hittust í gjárkvøldið. At Filip Jojic átti so stóran leiklut í gjárkvøldið kann hava við sær, at hann í kvøld fer at verða mansvardur, men nú fæst at síggja. At teir í SSV Brixen eru so fáir í ferðalagnum í Vestmanna kann fara at síggjast aftur í, at teir í kvøld verða troyttari enn mótstøðumenninir.
Dysturin verður í Vestmanna klokkan 17, og atgongumerki fáast við dyrnar.