Nú fer mansliðið hjá VÍF fyri fyrstu ferð í 25 ár at spæla Europa Cup dystir í Vestmanna. Dystirnir vera leygardagin 2. desember og sunnudagin 3. Desember. Tað veit VÍF at siga í kvøld.
Vestmanna Ítróttarfelag skrivar soleiðis:
Nú er greitt, at VÍF fer at hýsa báðum dystunum móti SSV Brixen úr Italia í triðja umfari í European Cup. Dystirnir verða spældir leygardagin 2. desember og sunnudagin 3. desember í ítróttahøllini í Vestmanna.
Tað eru 25 ár síðan, at VÍF seinast spældi ein evropeiskan dyst á heimavølli.
- Okkara viðhaldsfólk hava uppiborið at síggja sítt lið í slíkum dystum, serliga nú tað eru liðin so mong ár síðan seinast. Tí fóru vit í samráðingar við Brixen fyri at fáa báðar dystirnar, sigur Eyð Hansen, forkvinna í VÍF.
Tað var tó ikki bara sum at siga tað, hóast semja fekst við italska felagið, tí høllin í Vestmanna lýkur ikki krøvini hjá evropeiska hondbóltssambandinum. Men eftir drúgt samskifti við EHF, hevur høllin fingið undantaksloyvi til báðar dystirnar í hesum umfari.
Seinast VÍF spældi ein evropeiskan dyst á heimavølli var í september í 1998 móti Dicken úr Finnlandi. Tá tapti VÍF báðar dystirnar. Árið fyri, í 1997, spældi VÍF ímóti Dinamo Bukarest úr Rumenia og vann seinna dystin við einum máli, ið varð skorað í síðstu løtu.
Vit gleða okkum til 2. og 3. desember, skrivar VÍF í kvøld á facebook.