Fyri góðum ári síðani váttaði Warner Bros. Discovery, at felagið arbeiðir við einari nýggjari sjónvarpsrøð um Harry Potter.
Enn er ikki greitt um sjónvarpsrøðin fer at fylgja søgugongdini í bókarøðini hjá J. K. Rowling, men sambært ymsum keldum er júst hetta ætlanin.
Nú skrivar amerikanski miðilin ScreenDaily, at Warner Bros hevur fingið viðurkendu filmsfólkini Francesca Gardiner og Mark Mylod at standa á odda fyri Harry Potter-verkætlanini.
Gardiner og Mylod hava millum annað verið við til at framleiða viðurkendu røðina Succession, og so vóru tey eisini millum berandi kreftirnar av teimum fyrstu pørtunum av Games of Thrones. Bæði hava tey eisini vunnið fleiri Emmy-virðislønir.
Sambært Variety er ætlanin at fyrstu partarnir av nýggju Harry Potter-røðini koma út í 2026.