Vatn er ein vátur logi kemur aftrat bókunum Sær - ein fuglabók av gloymsku frá 2017, ið er hvít og Terningar – søgur av tilvild frá 2019, sum er reyð.
Á hillini standa hesar tríggjar bøkurnar nú sum eitt sermerkt trikoloristiskt monument í nýggjari føroyskari bókmentasøgu, Eitt serstakt listarligt univers er hetta á tremur av listarligum og formligum tilviti og nýhugsan við søgum um nívandi einsemi, óndskap, tilvild og aðra eksistentiella elendigheit.
Yvirlit
Nú tríbókaverkið hjá Carl Jóhan Jensen er liðugt, ber til at byrja uppá at gera sær eitt yvirlit yvir teir mongu áhugaverdu samanhangirnar millum bøkurnar, t.d. kann myndatilfarið í bókunum kannast.
Myndatilfarið í teirri bláu bókini er illustrativt – tað er kenda demensímyndin av eini andlitsmynd í profil, sum myndast av einum træi, ið er byrjað at missa bløðini eins og dement missa minni og harvið sjálvan seg. Myndirnar eru eftir mínum tykki heldur banalar í øllum førum í mun til skaldskapin. Upplagt verður somuleiðis hjá bókmentafrøðingum at meta um hvat teir tríggir litirnir á bókunum umboða og um tað er nakað ávíst.
Í frálíku filmstriologiini hjá Kieslovski frá 1994, Tríggir litir (Blátt, Hvítt og Reytt) kannaði pólski filmsleikstjórin til dømis hvussu tað stóð til í Europa við hugtøkunum, frælsi, javnaði og felagsskapi, sum litirnir í franska flagginum ímynda.
Vit hava sum kunnugt somu litir í føroyska flagginum og meginparturin av tríbókaverkinum hjá Carl Jóhan Jensen gongur fyri seg í Føroyum.
Møletið
Nýggja skaldsøgan hjá Carl Jóhan Jensen hevur í hvussu er eitt hóskandi vátt heiti av mótsetningum, ið endurgevur ein kendan setning hjá týska romantiska skaldinum, Novalis.
Bláa bókin verður nevnd Ein lívssøga og er sett upp sum ein sjónleikur við dramaturgiskum upplýsingum í byrjanini.
Fremst eru persónarnir presenteraðir - tað er ein gomul kona, hvørs tankar og útsagnir í høvuðsheitum mynda bókin. Harumframt standa ”Tú” og ”Røddir í sjónvarpinum” til at taka lut í leikinum. Stað og tíð er ”ein stova í miðbýnum í Havn um miðjan augustmánað”.
Tað er eyðkent fyri skaldið, at vit bara at síggja til fáa hópin av upplýsingum. – Í veruleikanum er frásøgnin meira holut enn eitt møletið bundnaturriklæði og minst líka ørkymlandi.
Ørkymlandi einatala
Í staðin fyri at lesarin fær upplýsingar frá einum skilvísum 3. persónsfrásagnarfólki, eru vit í nokk so stóran mun sloppin upp á fjall og mugu gera okkara egnu metingar um støðuna og søguna burtur úr tí lutfalsliga ósamanhangandi orðafloyminum hjá høvuðspersóninum.
Henda einatala er til tíðir eins ørkymlandi og óítøkilig sum flugan, sum gjøgnum alla bókina surrar uttan mál og mið og yvirhøvur tykist vera í stórari andsøgn til ta ógvuliga detaljeraðu og ítøkiligu scenografiina.
Umhvørvið er sum heild lýst sera subjektivt og tulkandi, har er t.d. eitt ”ótol í luftini” og tapetið hevur ein ”nervaðan lit”. Hesin fyrsti parturin av bókini er samanhangandi og serstakliga væl skrivaður. Sum hjá Herman Bang verður ein heil lívssøga í grundini søgd við neyvu lýsingini av innbúgvi og ymsum lutum í eini stovu.
Syrgilig tilvera
Gjøgnum brotamyndir av minnum hjá konuni fáa vit ímyndina av eini heldur syrgiligari tilveru í okkara samtíð. Tingvarpið er tendrað í stovuni og tí ber til at dagfesta nútíðina at vera í august í 2018, tá Sonja Jógvansdóttir, tingkvinna legði fram uppskot um at geva tvørkyndum rætt til at skráseta seg alment sambært kynssamleika sínum.
Hetta uppskotið setti eyðvitað gongd á alt møguligt grátt undir steini, ið máttu fram at verja borg og hesar fordømandi og býttisligu viðmerkingarnar av tingsins røðarapalli eru beinleiðis siteraðar í bókini, sum hervið hevur samtíðarlig perspektiv.
Deprimerandi innlitið í tað politiska trongskygni á skíggjanum speglar umstøðurnar, sum okkara høvuðspersónur er uppvaksin í, har hon ikki hevur fingið pláss til at vaksa sum menniskja.
Demens
Afturlítandi fáa vit innlit í barndómsheimið hjá henni – eitt hússetur, sum minnir eitt sindur um tað hjá fólkunum í Sær ein fuglabók av gloymsku – hesi eru eisini partvíst við í nýggju bókini, ið eisini umtalar ein persón í Terningum.
Hon er ikki løtt at lesa, henda skaldsøgan ella tað vil siga, at hon er rættiliga skjót at lesa, tí tað stendur ikki øgiliga nógv á síðunum, men tað tekur tíð at fata og knýta samanhangir millum tað, mann fær at vita og tað mann ikki veit. Og so er alt hetta universið so ófatiliga hart, syrgiligt og óeydnusamt, merkt av vantandi kærleika.
Gleðin er bara til í ørstuttum, óálítandi løtum, girndin er sveittandi og knøpp og tú fært javnan varhugan av onkrum sjúkligum ella onkrum, sum ikki fer rætt fram. Tað er ikki lætt við slíkum tilveruligum oyðimarkargongdum og einki verður betri av, at frásøgnin um hesa syrgiligu lagnuna tendrar í ringu samvitskuna hjá lesaranum um eina aðra gamla konu, ið alt ov leingi sat í stórum einsemi, meðan gloymimyrkrið svølgdi hana.
Tíverri hava fleiri okkara upplivað hetta, at foreldrini - annað ella bæði - gerast minnisveik og hjálparsleys. Og tað er júst hetta, sum er í ferð við at henda við okkara høvuðspersóni, har hon situr einsamøll í stovuni og tosar og minnist aftur á ymiskt, sum treingir inn á hana.
Av tí, at hon er dement og serstakliga óálítandi frásøgufólk samstundis sum hon er sjálv søgan, verður ósamanhangandi mentala støðan ikki lýst sum so. Við holum, endurtøkum og prikkum verður hon heldur ítøkiliggjørd fyri lesaranum, sum følir seg stara inn í myrkrið og spakuliga gerast partur av tí, alt meðan gamla huffar og skeldar út.
Marta
Tað er ikki bara egpersónurin, ið tykist óálítandi. Hesin ”tú”, sum hon ofta vendir sær til er eisini fjølbroyttur og kann bæði vera tú, sum lesur og ein persónur, hvørs umhvarv, vit bara hóma sum eitt mannfólk, kanska ein vaksin sonur, sum gamla konan blandar við pápan og sum alt ov sjáldan er og vitjar, men tað er kanska tí hon gloymir so hvørt.
Barndómsheimið hjá konuni ljóðar til at hava verið ræðuligt. Foreldrini hava verið meira og minni óáhugað í henni og hava í størri mun verið noydd til at taka sær av systrini, sum ljóðar til at hava borið brek. Og so hevur tað annars verið eitt verri hússetur av gudiligheit, reinligheit, svakligheit og kærleiksloysi.
Har er bara ein linni í frásøgnini og tað er Marta, ið er vinkona egpersónin – og helst nógv meira enn tað. Tað er forrestin positivt, at samkyndleiki sýnist alt meira vanligur í nýggjum føroyskum skaldsøgum.
Prikkar
Frásagnarhátturin er, sum áður nevnt, ógvuliga serstakur við holum, ólogiskum steðgum, útsagnum, ið verða brotnar av og so er tað maniska teknsetingin, sum eg í fyrstani eri við at fáa ganir av…
Í staðin fyri at nýta punktum, brúkar Carl Jóhan Jensen konsekvent tríggjar prikkar millum setningar og setningsbrot. Slíkir prikkar verða brúktir til tess at lýsa, at tað skrivaða er partur av eini heild, at tað er óliðugt, at mann ikki heilt veit, men drálar og ivast.
Hetta hevur við sær, at tú sum lesari ikki følir nakran setning enda á avkláraðan hátt og tað er strævið, men gerst alsamt meira áhugavert og viðkomandi, meðan mann lesur. Stílurin hevur eina hugtakandi, ekspressiva, óróliga, næstan tivandi effekt. Vit eru hjá konuni, í somu støðu sum hon djúpt inni í mjørkanum og støvinum mitt í vónleysu royndini at fáa tilverunnar puslispæl at liggja rætt.