Viðhaldsmaður hjá Sveis gjørdist heimskendur fyri at vísa sínar kenslur – nú fær hann uttanlandsferðir

Myndirnar av sveisiska viðhaldsmanninum Luca Loutenbach eru farnar sum ein eldur um alt alnetið kring heimin, tá hann ikki kundi halda kenslunum aftur, hevur nú ført við sær, at hann millum annað hevur fingið bjóðað uttanlandsferðir

Sigurjón Einarsson
2. juli 2021 kl. 19:30

Frá vónloysi til ekstasu upp á ein minutt.

Móti endanum av dystinum í áttandapartsfinaluni mánadagin, tá Sveis og Frakland hittust, sóu vit myndir av einum mótfalnum og næstan grátandi sveisiskum viðhaldsmanni, tá støðan var 3-2 til fransmenn.

Men tá ið Sveis stutt eftir javnaði til 3-3, vóru bæði troyggja og hattur skrætt vekk, og tann mótfalni maðurin sá nú út sum ein annar krígsmaður, ið var til reiðar at fara í kríggj.  

Síðani mánadagin eru myndirnar av Luca Loutenbach farnar víða um á alnótini, og nú halda ymiskar fyritøkur, at eldhugaði viðhaldsmaðurin skal fáa løn fyri sín innsats.

Tjóðarflogfelagið í Sveis hevur syrgt fyri, at Luca Loutenbach er sloppin til Sankta Pætursborg, so hann kann sleppa at síggja dystin millum Sveis og Spania í kvøld.

Og sum um, at tað ikki var nokk, so hevur almenna ferðaskrivstovan í Sveis eisini bjóðað sveisiska viðhaldsmanninum eina uttanlandsferð eftir EM, so hann kann slappa av, eftir at hava verið gjøgnum alt kensluraðið seinastu vikurnar.

Í fjórðingsfinaluni í kvøld tapti Sveis fyri Spania upp á brotssparkskapping.