Viðhaldsfólk hjá Iran við greiðum boðskapi til stýrið í Teheran

Spælararnir hjá Iran sungu ikki tjóðsangin, og iransku viðhaldsfólkini róptu háðandi róp áðrenn HM-dystin móti Onglandi í dag. Hetta var gjørt fyri at vísa samhuga við mótmælisfólkini í Iran

Iranar hava eisini nýtt HM í Katar sum høvi at vísa á sína ónøgd móti stýrinum í Iran. Mynd: EPA
Sigurjón Einarsson
21. november 2022 kl. 15:38

Tey iransku viðhaldsfólkini sendu ein greiðan boðskap til stýrið í Teheran, áðrenn HM-dystin móti Onglandi í dag. Tað bleiv bæði rópt háðandi róp, og eisini sóust fólk venda tumlarnar niður.

Og á vøllinum sýttu spælararnir hjá Iran at syngja við, tá tjóðsangurin varð spældur, sum at síggja til er ein beinleiðis boðskapur til stýrið í Teheran.

Síðan tann 22-ára gamla kvinnan Jina Mahsa Amini doyði, meðan hon var í varðveitslu hjá iransku løgregluni í september, hava stórar mótmælisgongur verið móti stýrinum í Iran ymsastaðni í landinum.

Unga kvinnan bleiv handtikin av sonevndu moral-løgregluni, tí at hon, sambært løgregluni, ikki bar høvuðklæði, sum lóggávan í Iran annars sigur. Hennara deyði hevur havt við sær, at kvinnur í øllum Iran hava brent síni høvuðklæði sum mótmæli móti lóggávuni.

"Woman, Life, Freedom" er herrópið, sum er komið í kjalarvørrinum av deyða Mahsa Amini (Mynd: EPA-EFE)

Evropeisku londini aftraðu seg
Fleiri evropeisk lond høvdu boðað frá, at tey fóru at brúka armbandið “OneLove”, ið er í øllum ælabogans litum, men í dag søgdu hesi londini, at tey ikki fóru at gera hetta alíkavæl.

Fyri uttan Danmark, so høvdu millum annað Niðurlond, Belgia, Týskland, Ongland, Wales og Sveis boðað frá, at tey fóru at brúka hesi armbondini.

Avgerðin at droppa hesi armbondini komu eftir, at FIFA hevði boðað frá, at sóu tey hesi ælabogalittu armbondini, so fór liðskiparin at fáa gult kort við dystarbyrjan.

Í felags fráboðan frá hesum londum, stendur millum annað, at:

FIFA hevur meldað greitt út, at hetta kundi fáa ítróttarligar avleiðingar, um okkara liðskiparar bera hetta armbandið á vøllinum”, skriva hesi londini í felagsfráboðanini.

Fótbóltssambondini hjá áðurnevndu londum høvdu annars boða frá, at tey vóru til reiðar at gjalda bøturnar frá FIFA, men tey kundu ikki góðtaka, at liðskipararnir fóru at fáa gult kort.

Dysturin millum Ongland og Iran endaði við, at onglendingar vunnu dystin 6-2.