Video: Nógv mál í fyrsta umfari

Ikki færri enn 42 mál blivu skoraði í teimum átta dystunum í 1. umfari í kappingini um Løgmanssteypið. Øll málini kunnu síggjast her

Beint áðrenn hálvleik í umdystinum legði Marius Lindh AB á odda 3-2 við einum framúr langskoti – Mynd: www.FSF.fo
Sigurjón Einarsson
16. apríl 2022 kl. 07:40

Talan var um eina sanna málveitslu, tá 1. umfar í kappingini um Løgmanssteypið bleiv spælt skírisdag.

Tilsamans 42 mál blivu skoraði í teimum átta dystunum, og nú ber til at síggja øll málini í FSF Varpinum.

Liðini, ið hava spælt seg víðari, eru B36, Víkingur, AB, HB, ÍF, TB, 07 Vestur og KÍ. Lutakastið til fjórðingsfinalurnar verður í 3-2 týsdagin 26. apríl.

Fjórðingsfinalurnar verða spældar mikudagin 18. mai.

Kelda: Hans Erik Danielsen/fsf.fo