Ongi úrslit

Videolist í vetur

Í ár setur Norðurlandahúsið fokus á videolist á vetrarframsýningunum, ið hava stór norðurlendsk videolistafólk á skránni. Fyrsta framsýningin er við Elina Brotherus úr Finnlandi og verður sýnd 18.-30. oktober

Tíðindaskriv
12. oktober 2021 kl. 11:20

Gakk fleiri ferðir framvið einum træi, tó hvørja ferð á ein nýggjan hátt. Soleiðis eru leikreglurnar í einum av videoverkunum hjá Elina Brotherus. Frá 18. – 31. oktobur sýnur Norðurlandahúsið verk eftir Elina Brotherus úr videorøðini Règle du jeu (leikreglur). Her ber til at síggja Elina Brotherus fylgja ymiskum leikreglum, ið onnur listafólk hava brúkt í teirra leikverkum. M.a. gongur hon framvið einum træi upp á ymiskar mátar, júst sum listafólkið Mieko Shiomi gjørdi í einari framførslu frá 1964. 

Hendan arbeiðstilgongdin er eyðkend fyri Elina Brotherus (f. 1972), sum er altjóða viðurkend fyri sína mynd- og videolist, ið eisini er umboða á stórum listaskálum kring allan heimin. Hon dregur ofta listasøguna inn í síni verk og arbeiður ofta við sjálvsmyndum, har hon kannar samband millum kroppin og rúmið, og kroppin og umhvørvið. Sum í hesum samanhanginum verður tað ofta gjørt upp á ein skemtingarsaman hátt. 

- Um ein ikki hevur innlit til videolistina, men ynskir at fáa meira, so er framsýningarrøðin í vetrarhálvuni 2021-22 eitt gott stað at byrja, sigur Inger Smærup Sørensen, ið hevur ábyrgd av framsýningum og er verkætlanarleiðari í Norðurlandahúsinum.

- Ígjøgnum tíggju ymiskar framsýningar møtur tú nøkrum av teimum størstu videolistafólkunum úr Norðurlondum, sum hvør sær hava ymiskar tilgongdir til videomiðilin - skemtingarsamar, estetiskar, dramatiskar, samfelagskritiskar, poetiskar, absurdar og alt har ímillum, sigur hon. 

Tað er ikki fyrstu ferð, at Norðurlandahúsið setur ein heilan vetur av til videolist. Veturin 2018-19 hevði húsið eina líknandi framsýningarrøð við listafólkum úr Norðurlondum. Veturin 2021-22 verða verk sýnd fram av: Elina Brotherus (FI), J. Tobias Anderson (SE), Lillibeth Cuenca Rasmussen (DK), Egill Sæbjørnsson (IS), Jón Sonni Jensen (FO), Torbjørn Rødland (NO), Ann-Sofi Sidén (SE), Alda Mohr Eyðunardóttir (FO), Lauri Astala (FI) og Sabina Jacobsson (NO). 

Allar sýningarnar eru ókeypis. Skráin sæst á nlh.fo. 

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

14. november kl. 07:59

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

15. november kl. 09:07

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

15 tímar síðan

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

20 tímar síðan

Statslán til Suðuroyartunnilin er sunnur fornuftur

14. november kl. 14:03