Video: Super Bowl Half Time Show

Tá ársins ítróttartiltak í USA, Super Bowl, er á skránni, so er eisini siðvenja, at nógv verður gjørt burturúr við tónleiki hálvleikinum, og í ár var einki undantak. Nøvn sum Dr. Dre, Snoop Dogg, Mary J. Blige og 50 Cent upptraðkaðu, men tað var Eminem, ið fór avstað við øllum yvirskriftunum, tá hann valdi at gera eitt knæfall. Síggj framførsluna í greinini

Sigurjón Einarsson
14. februar 2022 kl. 10:20

Í nátt føroyska tíð var finalan í amerikanskum fótbólti, Super Bowl, á skránni. Finalan varð spæld í Los Angeles, og tað var eisini Los Angeles Rams, sum vann 23-20 á Cincinnatti Bengals frammanfyri 70.000 áskoðarum og um umleið 100 milliónum hyggjarum – bara í USA.

Sum siður er, var ein stórsligin stáplað upp á beinini mitt á vølli í hálvleikinum, har kend tónleikanøvn framføra í eitt korter, og í ár var einki undantak. Nøvn sum Dr. Dre, Snoop Dogg, Mary J. Blige og 50 Cent upptraðkaðu, men tað var Eminem, ið fór avstað við øllum yvirskriftunum, tá hann valdi at gera eitt knæfall í endanum av sínari framførslu.

Hetta gjørdi hann, hóast hann hevði fingið boð um ikki at gera tað, fyri at vísa sín stuðul til fyrrverandi amerikanska fótbóltsspælaran Colin Kaepernick, ið hevði tað við at gera eitt knæfall, tá amerikanski tjóðsangurin varð spældur. Hetta, fyri at mótmæla rasudiskriminering í USA.

Hetta vakti stóra vreiði á amerikanska høgravonginum. Táverandi forseti Donald Trump fanst eisini at Kaepernick, fyri ikki at vísa virðing fyri amerikanska flagginum.  

Kaepernick hevur ikki spælt amerikanskan fótbólt síðan 2016, tá einki lið er sinnað at geva honum ein sáttmála.

Amerikanskir miðlar skriva, at NFL kom við einari inniligari bøn til tónleikararnar áðrenn Super Bowl, at eingin skuldi gera eitt knæfall, meðan tey framførdu, men hesum boðunum lurtaði Eminem ikki eftir.

NFL hevur enn ikki gjørt nakra viðmerking til hendingina.

Super Bowl Half Time Show sæst við at trýsta HER.