Video: Soleiðis verður ein forseti valdur í USA

Serfrøðingar meta, at vallutøkan í ár verður tann hægsta í yvir 100 ár. Men hví kann eitt valevni tapa valið, hóast viðkomandi hevur fingið flest atkvøður? Her er eitt videobrot, ið greiðir frá, hvussu valskipanin í USA er skrúvað saman

Sigurjón Einarsson
3. november 2020 kl. 11:15

Í dag er forsetaval í USA. Nærum 100 milliónir fólk hava longu atkvøtt til forsetavalið, áðrenn valhølini lótu upp um midnáttarleitið føroyska tíð. Hetta er yvir helvtina meira enn í 2016.

Tað týðir uppá hægstu vallutøku í yvir 100 ár.

Hetta høga atkvøðutalið kundi bent á, at áhugin fyri valinum er stórur, men tað kann eisini vera ein avleiðing av, at COVID-19 aftur ger um seg í USA.

Við at atkvøða áðrenn sjálvan valdagin, slepst undan longum bíðirøðum, har nógv fólk samlast.

Serfrøðingar meta, at tá fólk atkvøða frammanundan valdegnum, so plagdi tað at merkja, at demokratar vóru við yvirlutan tvey til eitt í mun til republikanskar veljarar, men hesar seinnu vikurnar hevur tað týtt uppá, at fleiri republikanarar hava atkvøtt áðrenn valdagin í dag.  

US Election Project hevur áður spátt, at umleið 150 milliónir amerikanarar fara at atkvøða alt í alt – antin frammanundan ella á sjálvum valdegnum. Tað svarar til eina vallutøku á 65 prosent. Verður tað soleiðis, so er tað hægsta luttøkan síðani 1908.

Í 2016 atkvøddu 47 milliónir amerikanarar frammanundan valið.

Men hvussu verður ein forseti valdur í USA?

Her er eitt videobrot, ið greiðir frá, hvussu skipanin í USA er skrúvað saman: