Video: Skansin ger klárt at hertaka Tórsvøll

Upphitingin hjá Skansanum er liðug. Nú verður gjørt klárt at hertaka Tórsvøll

Sigurjón Einarsson
12. oktober 2021 kl. 19:23

Tað verður ein líka stórur dystur uttanfyri vøllin í dag. The Tartan Army er møttur talsterkur upp, men Skansin hevur tikið dystin upp og ger klárt at hertaka Tórsvøll.

Upphiting hevur verið seinnapartin, har bæði skansafólk og skotsk viðhaldsfólk hava hitað upp saman. Soleiðis skal fótbóltur vera.

Videobrot sæst her: