Video: "Risin og moyggin" við KATA

Videolagið varð tikið upp í Føroyum í summar, og hetta er fyrsta vidoelag hjá bólkinum. Sangurin er kvæðið "Risin og moyggin"

Innsent
9. august 2017 kl. 11:57

Filmsleiksstjórin og Geytavinnarin Heiðrikur á Heygum, sum hevur gjørt videoløg fyri Byrta, Eivør, Orka v. fl.  hevur nú gjørt videolag til bólkinum KATA.

Videolagið varð tikið upp í Føroyum í summar, og hetta er fyrsta vidoelag hjá bólkinum. Sangurin er ævintýrkenda kvæðið "Risin og moyggin".

KATA er mannað av Guðrið Hansdóttir, Arnfríð Lützen, Greta Bech, Unn Paturson og Eyð Berghamar Jacobsen. Tónleikarar: Rógvi á Rógvu og Lasse Thorning Jæger á ávikavist slagverki og elektroniskum effektum.

Heiðrikur á Heygum hevur til hetta vidoelagið fingið íblástur bæði úr føroyskum sagnum og søgum, ið fortelja um huldukonur -  og úr norrønnu gudalæruni, har vit hoyra um nornurnar, ið spinna og veva menniskjunar lagnutræðrir.


Videolagið kann síggjast HER