Video: Pilotur bjargaður í tøkum tíma frá toksamanstoyti

Ein maður varð noyddur at neyðlenda eitt lítið flogfar í Los Angeles. Tíverri lendi hann á einari tokbreyt. Løgreglan megnaði akkurát at toga mannin úr flogfarinum, áðrenn tokið sendi flogfarið í spønir

Steinar Patursson
11. januar 2022 kl. 10:30

Tað var um reppið, at ein flogskipari á einum lítlum flogfarið varð yvirkoyrdur og knústur til deyðis av einum toki, tá hann herfyri neyðlendi á einari tokbreyt í Los Angeles.

Høvuðsskrivstovan hjá løgregluni í Los Angeles hevur lagt eitt videobrot út á Twitter, sum vísir løgreglufólk toga mannin úr flogfarinum, ið er neyðlent mitt á tokbreytini.

Maðurin sær út til at vera komin illa til skaða, og neyðugt er tí hjá løgreglufólkunum at toga mannin burtur frá flogfarinum. Og tað var í tøkum tíma, tí bert fá sekund eftir, kemur eitt tok ýlandi eftir tokbreytini og renir seg beint í flogfarið, sum fer í spønir.

Onnur fólk vóru eisini á staðnum og tóku upp á band av hendingini, og tað var eisini um reppið, at tey ikki komu til skaða av vraklutunum av flogfarinum, tá tokið renir á.