Tú kennir allarhelst navnið á forsangaranum hjá tínum yndisbólki. Og tú veitst allarhelst eisini, hvønn leiklut ein forsangari hevur.
Ert tú ein íðin fjeppari, so kanst tú nokk eisini syngja við.
Men hvat við teimum, ið standa aftanfyri forsangaran? Ikki bara tey, sum oftast fysiskt standa aftarliga á pallinum, men eisini tey, har ljóðmyndin ikki heilt ber til at lýsa? Sum til dømis bassistarnir.
Tað er hetta, ið danski áhugabólkurin “Danske Bassister” roynir at hava fokus á, har leikluturin hjá bassistum verður tikin uppá tungu.
Her hevur “Danske Bassister” eina samrøðu við runavíkingin Óla Poulsen um at spæla bass og hansara tilgongd til tónleik sum heild: