Video: Nýtt listaverk í Fuglafirði

"Tíðarferðandi" eitur nýtt listaverk, ið er sett upp í Fuglafirði. Ungi gøtumaðurin Flóvin Jónsson Tyril hevur gjørt eitt innslag, har hann fylgir listamanninum Tummas Jákupi Thomsen, sum greiðir frá um nýggja listaverkið

Sigurjón Einarsson
28. mai 2021 kl. 16:01

Eitt nýtt listaverk er sett upp í Fuglafirði. Tað er Tummas Jákup Thomsen, sum er maðurin aftanfyri nýggja verkið, ið hann nevnir “Tíðarferðandi”.

Talan er um eitt listaverk, sum er bygt á gamlar fotomyndir hjá Hans Mohr úr Fuglafirði frá sjeytiárunum.

Tað er ungi gøtumaðurin Flóvin Jónsson Tyril, ið hevur gjørt innslagið, har hann fylgir listamanninum Tummas Jákup Thomsen, sum greiðir frá nýggja listaverkið.

Innslagið, sum er at síggja á YouTube-rásini hjá Flóvini, sæst her: