Video: Nýggjur kinverskur elbilur hevur besta úrslit nakrantíð í  trygdarroynd

Tann kinverski/svenski elbilurin, Polestar 2, fær samlað bestu úrslitini í einari Euro NCAP trygdarroynd, ið higartil eru blivin máld

Sigurjón Einarsson
4. mars 2021 kl. 16:00

Pílarnir peika ein veg, tá tað kemur til trygd á nýggjum bilum: Uppeftir!

Hóast óhefti og felagsevropeiski trygdarstovnurin Euro NCAP í fjør herdi krøvini til nýggjar, so halda bilframleiðarar fram við at vekja undan uppá tann góða mátan. Ársins fyrsta trygdarroynd er heldur einki undantak, har Polestar 2 tryggjar sær fimm Euro NCAP-stjørnur.

Tað er kinverska felagið Geely, ið eisini eigur Volvo, sum stendur aftanfyri nýggja bilmerkið, Polestar, sum verður at síggja um okkara leiðir seinni í summar. Polestar 2 brúkar eisini nógvar av somu billutum og tøkni sum Volvo XC40.

Polestar verður framleiddur í Kina, men svensku røturnar síggjast aftur í bæði sniði og trygd, og tað sæst aftur í trygdarroyndini. Her fær Polestar 2 samlað tað besta úrslit í einari Euro NCAP krassj-roynd og øðrum trygdarroyndum, ið higartil er blivið mált.

Her er eitt videobrot frá trygdarroyndunum: