Video: Nýggi lýsingarfilmur frá Ráðnum fyri Ferðslutrygd

Koyr. Bara. Hvat gert tú meðan tú koyrir? Soleiðis ljóðar nýggja átakið frá Ráðnum fyri Ferðslutrygd

Sigurjón Einarsson
19. oktober 2021 kl. 12:35

Tað er so nógv, sum lokkar okkum at taka uppmerksemið frá tí, sum vit eiga at hugsavna okkum um, meðan vit koyra.

Nemliga at koyra.

Bara.

Alt annað er býtt.

Og tað er hetta, sum nýggja átakið hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd um gáloysni varpar ljós á við millum annað einum nýggjum lýsingarfilmi.

Nýggi lýsingarfilmurin sæst her: