Video: Norðurlendskir tónleikadagar 2021

Í døgunum 1.-4. september 2021 vóru “Norðurlendskir Tónleikadagar” hildnir fyri fyrstu ferð í Føroyum, har høvuðsevnið nevndist “Røtur”. Her er ein lítil heimildarfilmur um norðurlendsku tónleikadagarnar í Føroyum

Sigurjón Einarsson
3. januar 2022 kl. 20:03

Øll Havnin skuldi suða av nýggjum Norðurlendskum tónleiki, tá “Norðurlendskir tónleikadagar” vórðu hildnir fyri fyrstu ferð í Føroyum í døgunum 1.-4. september 2021. Handan høvuðsevnið “Røtur” var hugsjón hjá fyrireikaranum at skapa sterkar og samtíðar upplivingar fyri øll. Í møtinum millum áhoyrararnar og ymisku konsert sniðini, ynsktu fyriskipararnir at skapa gróðrarlíkindi fyri, at serstaka føroyska tónleika mentanin og djúpu røturnar hjá luttakandi listafólkunum skuldu mennast sínámillum.

Tað var Felagið Føroysk Tónaskøld og Felagsskapurin fyri Donsk Tónaskøld, í samstarvi við Norðurlandahúsið, sum skipaðu fyri norðurlendsku tónleikadøgunum.

Her er ein lítil heimildarfilmur um norðurlendsku tónleikadagarnar í Føroyum, sum Tine Louise Kortermand hevur gjørt: