Ongi úrslit

Video: Maður bygt eitt kopi av Taj Mahal til heiðurs fyri konuni

Trúfastur maður í India hevur bygt eitt mini Taj Mahal fyri at heiðra konu sínari, sum doyði fyri tveimum árum síðani

Sigurjón Einarsson
22 tímar síðan

Ein 52-ára gamal handilsmaður í India hevur bygt eitt mini kopi av Taj Mahal til heiðurs fyri konu síni, sum doyði fyri tveimum árum síðan.

Anand Prakash Chouksey sigur, sambært BBC, at hetta var ein gáva til heiðurs fyri konuni, men eisini ein gáva til fólkið í Burhanpur – ein býur, ið liggur í norðari parti í India.

Húsið hevur kostað 20 milliónir rupi, sum er umleið 1,5 millión krónur í okkara peningi.

Taj Mahal í Agra varð bygt í 16. øld. Jahann shahur, sum var ein av mogulkeisarunum, ið ráddu í India úr 16. til 18. øld, læt bygningin gera til minnis um yndiskonu sína, sum doyði í barsilsong við 14. barni teirra.

Bygningurin, sum er gjørdur úr hvítum marmara, er frálíkt dømi um islamska byggilist, og mong ferðafólk koma higar at síggja hann.

Her er eitt lítið videobrot um bygningin hjá indiska handilsmanninum:

Mest lisið hesa vikuna

Kilovís av kokaini umborð á Norrønu

15 tímar síðan

Tá ið antizionisma gjørdist partur av valstríðnum í Føroyum 2026

Í gjár kl. 20:08

Feilur í fínteljing: Jóhan Christiansen komin aftur í tingið

Í gjár kl. 10:42

Eg leggi ikki í hvat fólk siga

28. mars kl. 19:26

Fingu bara seks atkvøður í Suðuroy

26. mars kl. 21:47

Nú er tað BÍLIGARI at verða føroyingur - sum heild eru prísirnir lækkaðir

27. mars kl. 11:24