Oyggjarvegurin er í gerð, eingin vegur er enn til Dals og í Kvívík er ein góð frystiboks í kjallaranum, har millum annað ber til at halda snapsin kaldan.
Ein forvitnisligur filmur um lívið í Føroyum fyrst í 1960-unum verður nógv deildur á sosialum miðlum nú um dagarnar.
Handritið til filmin sigur, at filmurin lýsir eitt lítið samfelag, ið hevur varðveitt sambandi við fortíðina, gomlu siðirnar og rívandi menningina, sum føroyska samfelagið fór ígjøgnum hesa tíðina.
Filmurin fylgir fimm monnum, ið allir sigla við sama báti – heilt frá, tá teir eru heima og ferðast longu leiðina til Havnar, har trolarin bíðar eftir teimum.
Heimildarfilmurin er á donskum, men vit hoyra samrøður á føroyskum.
Handritið til filmin hevur William Heinesen skrivað, meðan Jørgen Roos hevur gjørt filmin.
Filmurin sæst við at trýsta HER.