Niðurlendski dj-arin og tónleikaframleiðarin Martin Garrix hevur í samstarvi við Bono og The Edge úr U2 gjørt almenna EM-sangin.
Í tíðindaskrivi sigur Garrax millum annað hetta um samstarvið við Bono og The Edge:
- Tað hevur verið eitt fantastiskt upplivilsi at gera tónleik til eitt av heimsins størstu ítróttartiltøkum í heiminum saman við Bono og The Edge. Eg eri sera errin yvir tað, sum vit hava gjørt saman og spentur, at vit endiliga kunnu deila sangin við restina av heiminum.
EM-endaspælið verður spælt í døgunum frá 11. juni-11. juli í Amsterdam, Baku, Bukarest, Budapest, Glasgow, København, London, München, Rom, Sankta Pætursborg og Sevilla.
Fyrsti dysturin verður spældur á olympiska leikvøllinum í Rom – Stadio Olimpico – tann 11. juni, tá Turkaland spælir móti Italia.
Finalan verður leikt Wembley-leikvøllinum í London tann 11. juli.
Hoyr og síggj sangin her: