Video: Fyrstu upptøkurnar av eldgosinum

Dagført: Landhelgisgæslan sendi fyrr í kvøld tyrlu og flogfar upp at taka mynd av eldgosinum, sum eftir øllum at døma fer at bera navnið Geldingadalsgosið, tí tað byrjaði í Geldingadali, sum er beint við Fagradalsfjall

Sveinur Tróndarson
19. mars 2021 kl. 23:56

Sum nevnt í aðrari grein er farið at goysa í Íslandi í kvøld.

Tað er fyrstu ferð í umleið 800 ár, at tað goysir í hesum parti av Íslandi, tað vil siga beint norðafyri Grindavík, men tað kemur kortin ikki óvart á, tí virksemið í undirgrundini hevur verið rættiliga ógvusligt til tíðir.

Talan er um eitt lítið gos, siga myndugleikarnir, men tá teir verða spurdir um, hvussu leingi tað fer at goysa vilja teir einki siga. - Tað er tað eingin sum veit nakað um, segði løgreglan við íslendska sjónvarpið, RUV.

Tað skilst á tíðindunum úr Íslandi, at stórur áhugi hevur verið fyri eldgosinum. Nógv fólk hava verið úti á vegunum fyri at fáa myndir av eldgosinum, og fyri at síggja tað við egnum eygum, og íslendska sjónvarpið hevur tosað við útlendingar, sum eru í Íslandi nú tað aftur fór at goysa.

Vanliga, tá tað hendir, fáa gosini nøvn, og sambært RUV fer hetta eldgosið at bera heitið Geldingadalsgosið.

Tað er framvegis eingin, sum ordiliga við vissu vil siga, um hetta verður drúgt, og tað er skilligt, tí náttúran ræður sær sjálv. Serfrøðingarnir gera tó greitt, at tað - enn í øllum førum - er talan um eitt lítið eldgos, sum er millum 500 og 700 metrar langt. 

Tí er neyvan væntandi, at hetta gosið fer at leggja flogferðsluna lamna í langa tíð. Tað hendi, tá tað fór at goysa úr Eyjafjallajøkuli í mars 2010. Tá máttu flogfør í nógvum londum standa á jørðini, tí vandi var fyri at øskan gjørdi skaða á motorarnar. Ta ferðina goysti tað í tríggjar mánaðir, fram til juni 2010. 

Geldingadalur liggur bara 20 kilometrar frá altjóða flogvøllinum í Keflavík og góðar 30 kilometrar frá flogvøllinum í Reykjavík, og eldgosið í kvøld hevur gjørt at øll flogferðsla haðani er steðgað fyribils.

Upptøkan niðanfyri er frá íslendsku bjargingartænastuni, Landhelgisgæslan.