Virgin “Hyperloop” er ein flutningsskipan, har ferðafólk sita í einum hylki, ið ferðast við nógvari ferð. Í gjár gjørdi felagið hjá Richard Branson fyrstu royndina við fólki. Hetta veit New York Times at siga.
Tøknifrøðiligi stjórin hjá Virgin Hyperloop Josh Giegel og ferðafólkastjórin Sara Luchian vóru við í royndini. Hylkið náddi eina ferð á 172 kilometrar um tíman á 500 metra longu breytini uttanfyri Las Vegas.
Verkætlanin byrjaði í 2014 og málið er, at tað skal vera gjørligt at flyta ferðafólk í einum lufttøttum røri. Teoretiskt sæð, so ber til at náa eina toppferð uppá 1.223 kilometrar um tíman.
Felagið upplýsir, at tað hevur gjørt yvir 400 royndir uttan ferðafólk, og arbeitt verður við at fáa eina trygdarváttan frá myndugleikunum í 2025 og byrja rakstarvert virksemi frá 2030.
Virgin Hyperloop væntar, at við at nýta hesa nýggju ferðaskipan, so fer túrurin frá Los Angeles til San Francisco, ið er 615 kilometrar, at taka 43 minuttir. Tá er miðalferðin umleið 850 kilometrar um tíman. Tann túrurin tekur í dag seks tímar við bili og hálvan annan tíma við flogfari.
Í Norðurlondum hava tankar verið frammi um, at byggja eina “hyperloop”-farleið millum Oslo og Keypmannahavn, har miðalferðin verður 387 kilometrar um tíman. Tá fer ferðin millum norska og danska høvuðsstaðin at taka ein tíma og 13 minuttir.
Avstandurin millum Oslo og Keypmannahavn er umleið tann sami sum millum Los Angeles og San Francisco, so verður ferðast við eini miðalferð á umleið 850 kilometrar um tíman, so fer túrurin at taka umleið tað sama sum í USA – umleið 40 minuttir.
Fyrsta royndin sæst her: