Video: Fyrilestur um Klaksvíkar søgu (triði partur)

Hesuferð er fyrilesturin millum annað um ting- og vártingsskipanin, vártingsmál í Norðoyggjum, fremmandar gestir og um loynihandil - í søgn og søgu

Sigurjón Einarsson
9. mai 2021 kl. 21:58

Klaksvík var upprunaliga navnið á eini lítlari óbygdari vík vestarumegin vágna, men tá ið Kongaligi Einahandilin í 1838 setti úthandil á stovn við hesa víkina, fekk hon so stóran týdning fyri allar Norðuroyggjar, at navnið á víkini vann hevd sum felagsnavn fyri allar býlingarnar.

Við hesum byrjaði altjóðagerðin av Norðuroyggjum við búsetingini rundan um vágna sum miðdepli. Tað var kortini ikki fyrr enn fyri góðum hundrað árum síðan, tá ið menningin tók dik á seg, og býlingarnir vuksu saman, at fólk av álvara fóru at nýta orðið Klaksvík um allar býlingarnar.

Til miðskeiðis í 1800-talinum var í roynd og veru ikki talan um eina bygd, men heldur um fimm býlingar, sum lógu nakað burtur hvør frá øðrum. 

Hesuferð er fyrilesturin millum annað um ting- og vártingsskipanin, vártingsmál í Norðoyggjum, fremmandar gestir og um loynihandil - í søgn og søgu.