Video: Framúr at føroyingar eru komnir so langt
Thomas Blachman helt, at tað var framúr klárað hjá føroyingum, nú Tina Mellemgaard og Kári Fossdalsá eru komin í finaluna
Marjun Manuela Behrens
2. apríl 2022 kl. 12:35
- Kritikkurin mótvegis Kára er ikki persónligur. Mær dámar bara ikki samstarvið millum hann og Martin Jensen. Tað sigur Thomas Blachman, ein av dómarunum í donsku sendingini X-factor.
Thomas Blachman hevur áður sagt, at føroyingarnar og tað føroyska væl kann dempast niður í x-factor. Tó segði hann í gjár, at hann heldur, at tað er framúr, at tað gongst føroyingum so væl.
Sí samrøðuna her: