Video: Flýddi við heimagjørdari luftballón
Hvussu ein slovakiskur súkklari flýddi úr tí kommunistiska Kekkoslovakia við eini heimagjørdari luftballón
Sigurjón Einarsson
1. november 2020 kl. 21:00
Hann hevði ongar royndir við at flúgva við luftballón og onga vissu fyri at yvirliva vandafullu ferðina.
Men tann tá 39-ára gamli altjóða súkklustjørnan Robert Hutyra sá sær ongan annan útveg, enn at flýggja úr landi sínum í 1983, tá bæði liviumstøður, og at vera støðugt undir eygleiðing av kommunistastýrinum í landinum, bleiv ov nógv fyri kenda súkklaran. Hutyra legði lívið hjá sær og síni familju upp í hendurnar á einari heimagjørdari luftballón, so tey kundu flýggja til grannalandið, Eysturríki.
Kelda: Radio Free Europe/Radio Liberty