Tað var spenningur í luftini, tá valið stóð millum Tinu Mellemgaard og Mille Bergholtz um at koma til finaluna í X-Factor. Tað eydnaðist hjá Tinu, og við hesum tryggjaði hon, at tveir føroyingar komu víðari í finaluna. Hetta er somuleiðis fyrstu ferð, at tveir føroyingar eru við í finaluni í X-Factor.
Tina Mellemgaard býr í løtuni í gistingarhúsi í Danmark saman við hinum X-Factor luttakarunum. Beint nú hugsavnar hon seg bara um tónleikin, og hetta ætlar hon eisini at gera eftir x-factor.
- Eg eri steðgað á Glasi fyri at hugsavna meg 100% um tónleikin, segði Tina Mellemgaard í gjár.
Vit fingu orðið á Tinu í gjár, tá X-Factor var av. Vit umbera vánaliga ljóðgóðsku: