Hann er bara 12 ára gamal, men hann hevur eftir øllum at døma nøkur evnir, sum onnur á hansara aldri ikki hava.
Joe Bryant býr í Crawly, sum liggur einar 40 kilometrar sunnanfyri London, og við tí í huga hevði einki løgið verið í, um honum dámdi væl enskan fótbólt. Tað ger hann kanska eisini, men veruleikin er, at hann elskar týskan fótbólt.
Tað hevur hann gjørt, síðan hann sum níggju ára gamal var í Týsklandi og helt frí saman við familju síni, og tá fann hann útav, hvussu væl honum dámdi týskan bundesligafótbólt.
- Har eru nógv mál, feløgini eru løtt at samskifta við, áskoðararnir larma meira enn teir gera í Onglandi og so er bratwurst fantastiskt, sigur Joe Bryant við DR Sporten, sum hevur prátað við unga mannin.
Tann søgan kann lesast á heimasíðuni hjá Danmarks Radio, dr.dk.
Tað byrjaði í smáum, tá hann var fimm ára gamal, tí honum dámdi væl at spæla við Lego, og tí honum dámdi so væl fótbólt. Tá var talan um smærri og einfaldari dømir, men sum tíðin er gingin, eru verkætlanirnar vorðnar alsamt størri.
Nú brúkar hann umleið seks vikur uppá ein leikvøll, hevur hann greitt Danmarks Radio frá.
Seinasti leikvøllurin, sum hann bygdi var olympiski leikvøllurin í Berlin, og til ta verkætlanina brúkti ungi maðurin 5.669 legobrikkar, sum var á leið tað sama, sum hann brúkti til heimavøllin hjá Borussia Dortmund, skrivar dr.dk.
Men tað er bara ein tvífalding av tí upprunaliga, tí tá hann byrjaði, brúkti hann umleið 3.000 legobrikkar at byggja við.
Tað er nú ikki bara Danmarks Radio, sum hevur fingið eyguni upp fyri Joe Bryant. Tað hava nógvir aðrir miðlar eisini, har ímillum BBC, og tað brotið kann síggjast í videobrotinum, sum er viðheft.
Joe Bryant brúkar millum ein og tveir tímar hvønn dag at byggja leikvøllir, og hann fær nógva viðurkenning frá týsku feløgunum fyri sítt arbeiði. Hann hevur verið í Týsklandi og vitja fótbóltsfeløg fleiri ferðir, og fleiri av feløgunum hava yvirtikið modellini frá honum.