Video: Eldgosið í Geldingadali broytt atferð

Eldgosið í Geldingadali við Fagradalsfjall hevur broytt atferð. Øll gosop uttan eitt eru hildin uppat at goysa. Seinasta gosop er blivið til eina goskeldu

Sigurjón Einarsson
4. mai 2021 kl. 08:50

Nú hevur eldgosið í Geldingadali broytt atferð. Øll gosop, uttan eitt, eru hildin uppat at goysa, sum granskarir kalla fyri nummar fimm. Tað uppførir seg sum ein geysir og sproytar lava 250 metrar upp í luftina hvønn fjórða til tólvta minutt.

Uppá eitt tíðspunkt vóru tað átta gosop, sum goystu lava út, men nú er bara ein sprunga eftir, sum byrjaði at goysa tann 13. apríl.

Professari í gosfjallfrøði við lærda háskúlan í Reykjavík Þorvaldur Þórðarson upplýsir fyri íslendska miðilin, mbl.is, at geysir sproyta kókandi heitt vatn í miðal 50 til 100 metrar upp í luftina.

Her er eitt videoinnslag um broytta eldgosið: