Ongi úrslit

Video: Ein dýrandi fullur Nikolaj Lie Kaas vil smildra danskan sangara sundur

– Hann segði, tað var heilt víst, at Danmark fór at vinna EM

Sigurjón Einarsson
8. juli 2021 kl. 16:58

Danir hava í dag verið ígjøgnum tey fimm sorgarstigini, eftir at danska landsliðið tapti fyri Onglandi í gjárkvøldið:

Noktan: Tað var ikki brotsspark!

Vreiði: Tey buhaðu okkara tjóðarsang!

Samráðing: Kanska vit høvdu vunnið við einum øðrum dómara?

Tunglyndi: Men tað kann ikki broytast – vit komu ikki í finaluna!

Góðkenning: Tað er Tour de France í dag frá klokkan 12.20!

Men í einum videobrotið í gjárkvøldið, sum sjónleikarin Nikolaj Lie Kaas hevur lagt út, leggur hann eftir Gulddreng, tí hann í sínum EM-sangi syngur: “Den er helt sikker, vi vinder EM”.

Tað sæst væl í videobrotinum, at Nikolaj Lie Kaas hevur fingið eitt sindur niðurum, men talan er um eitt rættiliga skemtiligt videobrot, ið sjónleikarin hevur lagt út á sín Instagram-vanga.

Í Roligans-klæðum frá topp til tá sigur sjónleikarin, at øll skulu hittast og síðani fara út til Gulddreng “og så fucking smadrer vi ham. Han sagde, at den var sikker!”

Stuttliga videobrotið sæst her:

Mest lisið hesa vikuna

Nú følir hann seg noyddan at gera vart við seg

22. oktober kl. 13:22

Kunnu spara 190 milliónir um árið - næstan uttan at nakar uppdagar tað

23. oktober kl. 12:08

Nú er nýggjur stjóri settur

20. oktober kl. 23:20

Her eru pengarnir, tú leitar eftir, Eyðdis

22. oktober kl. 19:06

Amerikanskur serfrøðingur: Trump skal keypa Føroyar leysar frá Danmark

25. oktober kl. 04:11

Tað verður aftur illveður um vikuskiftið

22. oktober kl. 09:07