Video: Danskir miðlar hava fokus á fosturtøku í Føroyum

Danska TV 2 og vikublaðið Femina hava fokus á fosturtøku í Føroyum í hesum døgum, har tey millum annað tosa við 19-ára gomlu Eyðrið á Fløghamri, ið er yngsti limurin í felagsskapinum, Frítt Val, ið arbeiðir fyri fríari fosturtøku

Sigurjón Einarsson
19. oktober 2021 kl. 11:50

Frítt Val hevur seinastu árini stríðst fyri rættin til fría fosturtøku í Føroyum. Í einum brellbita á danska TV 2 Echo, síggja vit 19-ára gomlu Eyðrið á Fløghamri tosa um, hvussu tað er at vera limur í felagsskapinum, Frítt Val, har hon hevur verið limur í tvey ár.

Galdandi lóg um fosturtøku hevur verið í gildi síðani 1956, og tí stríðist Eyðrið fyri at fokus kemur á hetta evnið.

Brellbitin sæst her:

Um Frítt Val – felagsskapin

Frítt Val er rørsla teirra, ið stríðast fyri fríari fosturtøku í Føroyum. Okkara høvuðsendamál er at virka fyri, at føroyska heilsuskipanin veitir øllum kvinnum og persónum við lívmøðrum atgongd til fosturtøku - í tryggum, fordómsfríum og lógligum umstøðum. Í tráð við hesum arbeiðir Frítt Val fyri einari heilsuskipan, har fólk, ið verða uppá vegin, fáa viðkomandi og uttanveltaða kunning og vegleiðing frá læknum og øðrum serkønum, tá ið tey skulu taka avgerðir um kropp og nøring teirra.

Fosturtøka er ein persónlig avgerð. Frítt Val arbeiðir fyri einum samfelagi, har hvør einstakur persónur hevur rætt til at ráða yvir egnum kroppi og egnari nøring – harímillum at velja fosturtøku, um tey ynskja tað – uttan mun til orsøk, útbúgving, aldur, fíggjarlig kor ella aðrar umstøður. Hetta sjónarmiðið byggir á eitt grundleggjandi álit á, at kvinnur og fólk, ið verða uppá vegin, eru før fyri sjálvi at taka avgerðir um nøring teirra.

Fosturtøkur eru vanligar. Frítt Val ynskir at bróta tøgnina um fosturtøku og normalisera og nuansera kjakið um fosturtøku í Føroyum. Sum lið í hesum virkar Frítt Val fyri at basa stigmatisering og fordøming av fosturtøku og fólki, ið hava valt fosturtøku. Hetta gera Frítt Val við at breiða vitan um fosturtøku og skipa fyri kunningarátøkum og tiltøkum, ið geva fólki møguleika at deila teirra upplivingar við fosturtøku og skifta orð um kropsligt sjálvsræði í tryggum og stuðlandi umstøðum.

Vantandi rættindi at fremja fosturtøku kann elva til skaðandi avleiðingar og mismun. Frítt Val varpar ljós á skaðandi sálarligu, likamligu og fíggjarligu avleiðingarnar, ið kunnu standast av, at fólk ikki hava atgongd til at fremja fosturtøku. Eisini ynskir Frítt Val at vekja ans um tann veruleika, at vantandi rættindini at fremja fosturtøku kann raka ymiskar borgarar ójavnt, og tískil eru við til at skapa mismun í heilsuskipan okkara. Ein mismunur, sum bæði endurspeglar og styrkir teir ójavnar, sum longu finnast í samfelagnum - millum kyn og millum ymiskar samfelagsbólkar. Frítt Val heldur, at ein rættvís heilsuskipan krevur, at allir borgarar við lívmøðrum eru tryggjaðir eins og fordómsfría atgongd til fosturtøku, gitnaðarverju og kunning um kropp og nøring - óansæð umstøður so sum aldur, fíggjarlig kor, útbúgving, bústað ella hvønn lækna, tey hoyra til”.

Kelda: Frítt Val