Video: Dánjal spurtar seg til nýggj met

Fyri triðju ferð í tvær vikur hevur Dánjal Dahl Ljósheim bøtt um eitt føroyskt met. Í gjár bøtti hann um føroyska metið á 200 metra teininum

Sigurjón Einarsson
14. februar 2022 kl. 15:50

Fyri triðju ferð í tvær vikur hevur Dánjal Dahl Ljósheim bøtt um eitt føroyskt met. Hesa ferð var tað til innandurakapping í Atleticum í Malmø í gjár, at hann bøtti um føroyska metið á 200 metra teininum.

Tað skrivar heimasíðan hjá Hvirluni.

Heimasíðan skrivar, at fyrimunurin hjá Dánjali er, at hann venur eina ferð um vikuna í júst hesi høllini, tí høllin, sum Sparta eigur í Keypmannahavn, ikki er nøktandi til venjing í løtuni.

Fyrradagin rann Dánjal seg til nýtt føroyskt met á 400 metra teininum, sum enn sat tungt í beinunum í gjár. Tí hitaði hann leingi upp, og tað vísti seg at loysa upp, tá hann skuldi renna.

Hann kom væl upp í toppferð, og helt ferðina væl allar 200 metrarnar. Tíðin var somikið góð, at hann rann seg inn á eitt samlað triðja pláss hjá teimum vaksnu í kappingini í gjár.

Hvirlan.fo skrivar, at málið hjá Dánjali var at bøta um føroyska metið, og tað megnaði hann, tí klokkan á málinum segði 23,12 sek, sum er 0,13 sek skjótari enn hann rann, tá hann tók metið fyri tveimum vikum síðan.

Her er eitt videobrot frá kappingini í gjár, tá hann bøtti um føroyska metið á 200 metrum: