Video: 15-ára gamla Jóhanna Fossdalsá Sørensen er stórspælandi á danska U17-landsliðnum

Tá Jóhanna var 14 ár, spældi hon við danska U16-landsliðnum. Nú er hon 15 ár, og spælir á U17-landsliðnum, har hon eisini er liðskipari. Leygardagin skoraði hon eitt hattrikk í dysti móti Sveis

Sigurjón Einarsson
13. oktober 2021 kl. 14:21

Familjan Fossdalsá Sørensen flutti í 2018 til Danmarkar, tí evnaríki sonurin, Heini Fossdalsá Sørensen, skuldi venja við FC Midtjylland, sum hann skrivaði ein trý-ára sáttmála við, tá hann fylti 15 ár í byrjanini av 2019.

Men Heini hevur eina systur, Jóhannu, ið eisini hevur arvað góð fótbóltsevni.

Hóast tað ikki heilt lá í kortunum, at eisini hon skuldi fara at gera um seg í donskum fótbólti, so hevur Jóhanna ment seg ótrúliga nógv seinastu árini. Fyrst spældi hon við Vildbjerg SF Elite, og tað gekk ikki rúm tíð, so varð hon úttikin til danska U16-landsliðið.

Í ár hevur Jóhanna skift til FC Nordsjælland, sum nú satsar nógv upp á kvinnufótbólt. Eisini er hon skift ein aldursbólk upp, og spælir nú við danska U17-landsliðnum, har hon eisini er liðskipari. Og eins og alla aðrastaðni, so hevur hon skarað framúr við sínum framúr góðu fótbóltsevnum.  

Leygardagin spældi danska U17-kvinnulandsliðið móti Sveis í EM-undankappingini, og her var tað Jóhanna Fossdalsá Sørensen, ið fór avstað við øllum yvirskriftunum. Hon gjørdi ikki mætari enn at skora eitt hattrikk í 3-1 sigrinum móti Sveis.

Her ber til at síggja Jóhannu skora sítt hattrikk: