Viðarlundirnar í Vága kommunu fáa nýtt lív

Grøna toymið hevur, saman við Skógrøkt landsins, arbeitt við at tynna í viðarlundunum

vaga.fo
2 tímar síðan

Seinastu mánaðirnar hevur grøna toymið hjá Vága kommunu gjørt eitt umfatandi viðlíkahaldsarbeiði í viðarlundunum í Miðvági og Sandavági. Hetta arbeiðið er liður í at tryggja trivnaðin hjá trøunum og økja um lívmargfeldið í viðarlundunum.

Tá viðarlundir verða plantaðar, byrjar alt við smáum trøum, ið verða sett tætt saman fyri at skapa lívd. Men fyri at trøini skulu kunna vaksa seg stór og sterk, krevst røkt, ið fevnir um bæði ruddað av grasi og úttynning av trøum. Verður hetta ikki gjørt, verður kappingin um ljós, vatn og tøðevni ov hørð, og ein stórur partur av trøunum doyr.

Grøna toymið hevur, saman við Skógrøkt landsins, arbeitt við at tynna í viðarlundunum. Avskornu greinarnar verða ikki burturbeindar, men endurnýttar til kvashegn, sum roynt er at gera í viðarlundini í Miðvági. Slík kvashegn skapa bústaðir til fuglar og smádjór og eru eitt týdningarmikið stig fyri at økja um lívmargfeldið í viðarlundunum.

Í Sandavági eru nýggjar gøtur gjørdar, fleiri ruskspannir settar upp, og nýggj sitipláss úr viðarbulum eru komin, umframt at borð og benkur eru sett upp. Hetta ger viðarlundina til eitt enn meira innbjóðandi stað hjá vitjandi.

Arbeitt verður víðari við at tynna út og seta nýggj trø, runnar og staudir niður fyri at økja fjølbroytni. Hetta kemur ikki bert náttúruni til góðar, men skapar eisini betri møguleikar fyri menniskju at njóta náttúruna.

Nú, tá jólini nærkast, verða viðarlundirnar báðar pyntaðar, og tær fáa ein eyka hugnaligan jólastemning.

Viðarlundirnar í Miðvági og Sandavági eru eitt dømi um, hvussu náttúrurøkt og burðardygd kunnu skapa grønar oasar og góðar lívsumstøður fyri bæði smádjór, fuglar og fólk.