Við at vera klárt til Tórsfest 2024
Fyrireikingarnar til Tórsfest eru av álvara byrjaðar, og í Vágsbotni í Havn verða tveir stórir pallir settir upp
Ragnar Sjúrðarson
25. juli 2024 kl. 19:44
Fyrireikingarnar til Tórsfest eru av álvara byrjaðar, og í Vágsbotni í Havn verða tveir stórir pallir í settir upp.
Tiltakið byrjar klokkan 18.00 í annaðkvøld, tá Kári Fossdalsá trínur á pall.
Klokkan 19.30 fer høvuðsnavnið á pall, tá ongin minni enn Rasmus Seebach fer at framføra á Føroya Tele pallinum. Hetta verður triðju ferð at Rasmus Seebach framførur í Føroyum, men fyrstu ferð at hann spælir í Havn. Undanfarnu ferðirnar hevur hann verið á Summar Festivalinum.
Hedegaard endar Tórsfest klokkan 02.15.
Sambært veðurstovuni Yr.no sær veðrið hampuligt út í annaðkvøld og út á náttina: