Viaplay kann missa rættindi til Champions League

Føroyingar noyðast møguliga at leita sær til aðrar stroymingartænastur enn Viaplay í framtíðini, tá Champions League fótbóltur er á skránni

Fríðmundur Nattestad
20. mars 2024 kl. 15:31

Síðani Champions League kappingin, sum vit kenna hana í dag, byrjaði í 1992, hevur Viaplay havt rættindi til at vísa dystirnir í kappingini. Sambært Tipsbladet er nú nógv, ið bendir á, at UEFA framyvir ikki fer at bjóða Viaplay rættindini, til at vísa Champions League dystir í m.a. Danmark og Føroyum.

Seinasta avtalan UEFA gjørdi við Viaplay, var galdandi fyri tíðarskeiðið 2021-2024. Hóast freistin fyri at gera eina nýggja avtalu er farin, hevur UEFA enn ikki luta rættindini út. Orsøkin er fíggjarlig.

Stórt trýst er á skandinaviska miðlamarknaðinum, og hóast UEFA hava sagt seg vera til reiðar at tillaga prísin, so gera boð frá øðrum stroymingtænastum, at UEFA nú umhugsar aðrar møguleikar.

DAZN og Amazon Prime eru tvær stroymingtænastur, sum longu nú samstarva við UEFA, og eftir øllum at døma umhugsar UEFA, at gera avtalu við eina av hesum tænastunum heldur enn Viaplay.

Enn er tískil óvist, hvar rættindini til at vísa Champions League fótbólt enda, og um føroyingar møguliga noyðast at leita sær til aðrar stroymingtænastur enn Viaplay, tá Champions League fótbóltur er á skránni.