Vetrarljós 2021 byrjar leygardagin

Vetrarljós 2021, ið verður í døgunum frá 6. februar til 14. februar, verður skipað á ein øðrvísi hátt enn undanfarin ár. Í hesum koronatíðarskeiðnum ber ikki til at hava eins tiltøk sum undanfarin ár, men Vetrarljós verður sjónligt fyri tað

Sigurjón Einarsson
3. februar 2021 kl. 11:15

Leygardagin 6. februar byrjar Vetrarljós 2021. Tiltakið ynskir at hátíðarhalda, at myrka tíðin nú fer aftur um bak, og at vit nú ganga ímóti ljósari tíðum – bæði so og so.

Fyri ikki at savna ov nógv fólk saman á eitt og sama stað, verður tiltakið skipað øðrvísi í ár enn undanfarin ár, og longt nakrar dagar. Tiltakið verður í døgunum frá 6. til 14. februar í Havn.

Hóast tað ikki ber til at hava eins tiltøk sum undanfarin ár, so ætla fyriskipararnir, at tiltakið skal vera sjónligt, har býurin verður prýddur við ljósi til allar íbúgvar og onnur, ið ynskja at uppliva ljósinstallatiónir og aðra list.

Nógv tiltøk verða á skránni. Her er eitt lítið yvirlit yvir nøkur teirra.

List í myrkri

Til Vetrarljós leygardagin 6. februar letur Listasavn Føroya dyrnar upp og sløkkir ljósið í føstu framsýningini. Nógv hava sæð listaverkini, ið hava síni føstu pláss á Listasavninum, men nú ber til at síggja tey í bølamyrkri við lummalykt í hendi. 

Hetta er ein serstøk og (ó)hugnalig uppliving fyri stór og smá. Rundsýningar í føstu framsýningini verða alt kvøld, har spennandi søgur um listina verða sagdar, siga tey frá Listasavninum. 

• Leygardagin 6. februar frá kl. 16-20, ókeypis atgongd

• Takið tykkara egnu lummalyktir við ella brúkið lyktina á fartelefonini

• Rundvísingar eru kl. 16, 17, 18 og 19 og eru í 20 minuttir. Í mesta lagi 20 fólk til hvørja

rundvísing, og tað er ikki neyðugt við tilmelding.

Í mesta lagi 100 fólk kunnu vera á savninum í senn. Listasavn Føroya heitir á gestirnar at spritta sær hendurnar og halda frástøðu.

Ljósinstallatión á Havnar Kirkju

Í fjør gjørdi Mads Buus Steinatún-bygningin til eitt bergtakandi, visuelt univers, ið ikki hevði verið at sæð áður í Føroyum.

Mads kemur til Føroya aftur í ár og fer at umskapa framsíðuna á Havnar Kirkju til nakað heilt serligt. Framsíðan verður livandi, hugtakandi, og verður hetta fyrstu ferð, at dómkirkjan kann upplivast í einum slíkum visuellum høpi.

Mads er ein viðurkendur ljós sniðgevi/art director og ljós listamaður. Hann hevur skapað visuel og interaktiv upplivilsir fyri heimskendar tónleikarar og sett upp ljós installatiónir í fleiri londum.

Ljósinstallatiónin á Havnar Kirkju kann upplivast allar dagar frá klokkan 17, meðan Vetrarljós er.

Ljósævintýr í Grasagarði

Ljóssniðgevin, Súni Joensen, fer at seta upp eitt ljósævintýr í Grasagarði, ið kann upplivast myrku vetrarkvøldini frá 6. til 14. februar.

Súni Joensen hevur serlig evni at umskapa umhvørvið til eitt hugfangandi ljósævintýr og ein ómetaliga stóran ans fyri ljóslist.

Hann var fyri stuttum viðurkendur av Statens Kunstfond og hevur sett ljós til stórar pallupplivingar og annað - bæði í Føroyum og úti í heimi.

Ljósinstallatión í Norðurlandahúsinum

Norðurlandahúsið verður karmur um listaverk hjá listakvinnuni Nayab Ikram á ársins Vetrarljósi 6. til 14. februar.

Nayab Ikram, sum hevur pakistanskar røtur, er úr Álandi og arbeiðir millum annað við mentanarsamleika, illstøðum og felags minnum í abstraktari ljósmyndlist og installatiónum.

Listaverkið hjá Ikram verður sett upp í Kringluni og verður lýst upp soleiðis, at tað eisini er sjónligt í myrkri og kann síggjast uttanífrá.

Eisini fer Norðurlandahúsið at lýsa upp egin uttandura listaverk frá 6. til 14. februar.

Eitt yvirlit yvir tiltøkini verður at síggja á www.facebook.com/vetrarljos og á Instragram vanganum hjá Vetrarljósi.

Vetrarljós er eitt samstarv ímillum Visit Tórshavn, Tórshavnar Kommunu og ymsar aktørar í býnum. Hetta verður áttanda árið á rað, at Vetrarljós verður hildið í Tórshavn.