Vetrarjazzurin byrjar í Norðurlandahúsinum

Ársins jazzfestivalur verður skotin í gongd við eini dupultkonsert i Norðurlandahúsinum 23. januar, klokkan 15, tá IKai og Christina Dahl Trio spæla fyrstu jazztónarnar í ár

Tíðindaskriv
19. januar 2022 kl. 19:49

iKai er eitt nýtt navn á føroyska jazzpallinum. Bólkurin spælur jazz-popp, og í bólkinum eru Elin Maria Ólavsdóttir Hansen (bass), Eyðfinn Rajani Færø (trummur) og Benjamin Tausen á Lava (gittari og klaver). Eyð Lín Patursson á Rógvu syngur. Tað er fyrstu ferð, at iKai spælir í Norðurlandahúsinum.

Danin Christina Dahl hevur harafturímóti nógv jazzár á bakinum og er eitt kent navn í Danmark, har hon er ein av teimum mest virðismettu saksofonleikarunum í landinum, og so er hon eisini kapellmeistari og tónaskald. Hon hevur framført í alskyns høpi, og hennara heilt serstaka ljóð og kenslubornu tulkingar raka áhoyrararnar beint í hjarta. Í Norðurlandahúsinum spælir hon konsert saman við Simon Toldam á tangentum og Peter Bruun á trummum.  

Vetrarjazz hevur verið á hvørjum árið, síðan Havnar Jazzfelag stovnaði festivalin í 2009. Men jazzur altíð havt ein stóran leiklut í Norðurlandahúsinum. Húsið var til dømis karmur fyri Tórshavnar Jazz- Fólka- og Bluesfestivalinum í árunum 1984-2004.

Skrá: Vetrarjazz í Norðurlandahúsinum

23. januar, kl. 15
Christina Dahl Trio + iKai

26. januar, kl. 19.30
Simon Toldam Trio

29. januar, kl. 15
BarnaSWAY

29. januar, kl. 19.30
Tórshavnar Big Band við Mads Mathias

Atgongumerki eru til keyps á nlh.fo